Skip to main content

Eysturoy: Eivind Jacobsen yvirtekur heimasíðuna R7.fo

Eivind Jacobsen og Petur Jacobsen hava gjørt avtalu um at Eivind Jacobsen yvirtekur heimasíðuna R7.fo

- Endamálið er, at tíðindasavnið og sendingarnar, sum liggja á heimasíðuni, framhaldandi skulu verða tøkar hjá øllum. Harumframt verður síðan ein tíðindaportalur við regluligum tíðindum, sigur Eivind Jacobsen.

- Ætlanin er at allar meiningar skulu sleppa fram at. Tað fer eisini at verða møguligt at gera viðmerkingar til greinar.

- Framleiðsla av greinum um aktuel mál og tíðindi eru eisini ein partur av ætlanini. Fólk ynskja stuttar greinar, sigur Eivind.

- Heimstaðurin er í Eysturoy. Men R7.fo verður fyri allar Føroyar, tó at vit ivaleyst fara at hava fleiri tíðindi úr Eysturoy enn aðrir miðlar.

- Byrjað verður mánadagin 22 august. Møguliga í smáum, men 1. september skal helst verða full ferð á, sigur Eivind Jacobsen at enda.