Eysturkommuna: Vikuskiftisskeið í máling við listamálaranum Finleif Mortensen – 04. og 05. mars.
Vikuskifti 04.-05. mars 2022 verður skipað fyri skeið í máling í skúlanum við Gøtugjógv.
Fríggjadag frá kl. 17.00-22.00. Leygardag frá kl. 10.00-17.00.
Skeiðið er partur av kvøldskúlaskipanini hjá Eysturkommunu.
Undirvísarin kemur við uppleggum, hugskotum og góðum dømum um arbeiðshátt.
- Luttakaratal: 10
- Kostnaður: 300
- Undirvísari: Finleif Mortensen
- Telefon: 211306
- Tilmelding og gjald: fer fram á kvoldskulin.eystur.fo