Skip to main content

Eysturkommuna: Stuðulsreglugerð til mentanarlig átøk dagførd

Í samband við at býráðið í heyst dagførdi mentanarpolitikkin í Eysturkommunu, varð samtykt at broyta stuðulsreglugerðina hjá Eysturkommunu. 

Hetta hevur við sær, at umsóknarfreistirnar eru broyttar til 1. apríl og 1. september.

Umframt hetta er samtykt, at mentanarnevndin kann taka avgerðir um stuðul á kr. 30.000,-. Er talan um hægri upphædd, verður málið lagt fyri býráðið til støðutakan.

Satspulja til serligar listagreinar

Eitt av tilmælunum í dagførda mentanarpolitikkinum var at seta eina satspulju av, ið á hvørjum ári skuldi oyramerkjast til at stimbra eina ávísa listagrein. Í samband við fíggjarætlanina til 2023 varð samtykt, at satspuljan í ár skuldi vera til filmsverkætlan(ir). 

Umsóknarfreistin til satspuljuna er 1. apríl og søkjast skal við serligum umsóknarblaði.

Meira kann lesast um mentanarpolitikkin her

Stuðulsumsóknir kunnu sendast her.