Skip to main content

Eysturkommuna: Nýtt neyst og skattaprosentið lækkar og barnafrádráttur hækkar

Størri fíggjarligt rásarúm hjá borgarum í Eysturkommunu.

Á býráðsfundi 24. november 2022 varð fíggjarætlanin hjá Eysturkommunu til viðgerðar og bleiv einmælt samtykt. Samtykt er at lækka skattaprosentið við 0,5% niður til 20,5% og at hækka barnafrádrátturin við 500 kr. til 8.500,00 kr. 

Samlaðu inntøkurnar verða mettar at verða 126,5 mió., har persónsskatturin væntandi verður 98,9 mió. kr.

Rakstrarútreiðslurnar verða eftir ætlan 107 mió. Hetta gevur eitt rakstraravlop á 19,5 mió. 

Eftir ætlan verða íløgur gjørdar fyri 40,5 mió í 2023. 

Nýggi dagstovnurin við Gøtugjógv verður væntandi liðugur í fyrru helvt av 2023, og eru 12 mió. settar av til hetta. 

Seinnu árini hevur Eysturkommuna brúkt nógva orku uppá at gera útstykkingar, eitt nú í Norðragøtu og Leirvík. Í 2023 eru 4,5 mió. kr. settar av til eina nýggja útstykking í Syðrugøtu, ið eftir ætlan skal verða liðug 2024.

Les alt HER https://www.eysturoyarbladid.fo/typo3/index.php?route=%2Fmain&token=6eecf32f4e20629909c5e3a70a72eccd845c5ce8