Skip to main content

Eysturkommuna: Heiðursbrøv handaði teimum, sum seinasta árið hava gingið top-10, top-50, top-100, top 200, top-Føroyar (allir 340 tindar).

Stytsta dag er siður at fjallafólk fara ein fjallatúr saman. Síðan verða heiðursbrøv handaði teimum, sum seinasta árið hava gingið top-10, top-50, top-100, top 200, top-Føroyar (allir 340 tindar).

Hesuferð gingu heili 126 fólk upp á Knúk, har tey tóku eina vakra felagsmynd. Síðan samlaðust tey á fótbóltsvøllinum í Leirvík, har borgarstjórin, Per Martin Gregersen, handi heiðursbrøv.

3 eysturbúgvar vóru millum tey, ið fingu heiðursbræv fyri at hava gingið allar toppar í Føroyum: Kristian Martin Eliasen, Elias Hansen og Marius Jacobsen.

Hjartaliga tillukku við avrikinum!

Fleiri myndir HER https://www.facebook.com/eysturkommuna

Myndir: Felagsmyndina á Knúki tók Bogi Olsen – restina hevur Árni Jacobsen tikið