Skip to main content

Eysturkommuna fekk áheitan frá Reyða Krossi

Reyði Krossur Føroya hevur vent sær til Eysturkommunu við fyrispurningi um møguleikan, at seta á stovn eina vitjunartænastu til eldri borgarar í kommununi. 

Vitjunartænastan byggir á, at tað eru sjálvboðin fólk, sum verða vitjunarvinir hjá eldri borgarum í kommununi, sum eru einsamøll og ynskja meiri vitjan. Kommunan hjálpir til við skapa neyðugar karmar fyri, at vitjunartænastan kann verða útint í verki.

Fyri at Vitjunartænastan kann gerast veruleiki, hevur Reyði Krossur Føroya brúk fyri tveimum borgarum úr Eysturkommunu – einum úr Gøtu og einum úr Leirvík – sum kunnu virka sum samskiparar fyri Vitjunartænastuna. Samskipararnir skulu hava yvirlit yvir tey sum ynskja ein vitjunarvin, og finna sjálvbodnar vitjunarvinir. 

Talan er um sjálvboðið arbeiðið undir Reyða Krossi Føroya. Sum samskipari, verður tú boðin við til undirvísing og onnur relevant tiltøk, sum Reyði Krossur Føroya skipar fyri.

Hevur tú hug til at gerast samskipari fyri Vitjunartænastuna, ert tú vælkomin til at venda til Eysturkommunu á telefon 730 000 ella til Ove Heinesen, trivnaðarleiðara á telefon 730 012.