Skip to main content

Eysturkommuna: Eldraøkini umboðaði á kunningartiltakinum “Miðnám – og hvat so?” á Kambsdali

Á fyrsta sinni var eldraøkið umboðað á kunningartilaki á Miðnámi á Kambsdali. Norðoya Bú- og Heimatænasta, Roðin og Nánd vóru saman um felags bás millum 24 aðrar aktørar henda dagin. 

Hesi trý økini hava eitt tætt samstarv um dygd og menning og nú eisini um rekruttering. 

Nógvir næmingar nýttu høvið at vitja básin og fingu eitt prát um útbúgvingar- og arbeiðsmøguleikar innan økið.