Skip to main content

Eysturkommuna: Earth Hour – Sløkkið ljósið í ein tíma

Í samband við heimsfevnandi tiltakið Earth Hour, verða gøtuljósini í Eysturkommunu sløkt. 

Earth Hour varpar ljós á ta ávirkan, ið veðurlagsbroytingar hava á jørðina.

Hetta verður gjørt leygarkvøldið 25. mars kl. 20.30 – 21.30.

Øll kunnu vera við og vit vilja tí heita á allar borgarar, fyritøkur og stovnar at sløkkja ljósið hendan tíman, í tann mun tað ber til.

Meðan sløkt er, verður heitt á øll ferðandi, bæði til gongu og í bili, at vera eyka varin.

Meira kann lesast um Earth Hour á www.earthhour.org