Skip to main content

Eysturkommuna: Býráðið á vinarbýarvitjan í Vestmannaoyggjunum

Býráðið hevur hesa vikuna verið á vitjan hjá vinarbýinum Vestmannaeyjabær í Íslandi. Endamálið við túrinum er at blása meira lív í samstarvið millum býirnar. 

Á vitjanini vóru viðgjørd nøkur viðurskifti, ið kommunurnar hava til felags – eitt nú ansingarøkið, orku-umlegging, fólkavøkstur  og integratión. 

Eisini fekk borgarstjórin, Per Martin Gregersen, høvi at greiða frá, hvussu stórt gagn undirsjóvartunnlarnir hava fyri føroyska samfelagið. 

Ítróttarøkið hjá IBV, har alskyns ítróttargreinar húsast, varð eisini vitjað. Í felagshúsinum hjá fótbóltinum hekk ein mynd av 50 ungum gentum úr Gøtu, ið vóru til fótbóltskapping í oynni í 1996.

Ein frálíkur túrur, har samstarvið millum býirnar er kveikt av nýggjum. 

Fleiri mundir HER: https://www.eysturkommuna.fo/byradid-a-vinarbyarvitjan-i-vestmanna-oyggjunum/