Skip to main content

Eysturkommuna: Borðspøl og hugni í Víkingahúsinum mikukvøldið

Mikukvøldið 12. oktober kl. 20:00 – mikudagin í heystferiuni – verður góður møguleiki at spæla borðspøl og hugna sær í Víkingahúsinum.

Vit hava nøkur spøl, tit kunnu lána, annars eru tit vælkomin at taka tykkara egna spæl/egnu spøl við. 

Vit bjóða ein drekkamunn og okkurt søtt.

Verið vælkomin!