Skip to main content

Ein Víkingur á Landsliðið: Håkan Ericson boðsent Noah Hans Mneney úr Víkingi

Håkan Ericson hevur sent boð eftir Noah Hans Mneney úr Víkingi til UEFA Nations League dystin móti Turkalandi. Noah avloysir Hallur Hansson

——————

Ein nýggjur maður verður í hópinum, tá A-landsliðið við monnum seinnapartin leygardagin hevur sína seinastu venjing undan dystinum móti Turkalandi.

Håkan Ericson, landsliðsvenjari, hevur nevniliga sent boð eftir Noah Hans Mneney úr Víkingi. Noah Hans avloysir Hallur Hansson, ið er skaddur.

Noah Hans Mneney er 19 ára gamal, og er higartil skrásettur fyri átta U21-landsdystir fyri Føroyar.

Atgongumerki til UEFA Nations League dystin millum Føroyar og Turkaland, sum verður á Tórsvølli sunnudagin 25. september kl. 19:45, fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

Fríggjadagin vóru umleið 2.200 atgongumerki seld. Á Tórsvølli er pláss fyri 5.200 áskoðarum.