Skip to main content

EIÐIS KOMMUNA OG EYSTURKOMMUNA hava nú eisini VITJANARTÆNASTU

VITJANARTÆNASTAN NÚ EISINI Í EIÐIS KOMMUNU OG EYSTURKOMMUNU

Nógv hevur rørt seg í Reyða Krossi seinastu mánaðarnar vegna kreppum úti í heimi. Tó er ikki at gloyma tænasturnar og arbeiðið, ið Reyði Krossur annars eisini arbeiðir við her heima. Síðani mars mánaða eru tvær vitjanartænastur lagdar afturat Reyða Kross Vitjanartænastuni. Í Eiðis kommunu og Eysturkommunu eru nýstovnaðu vitjanartænasturnar, og eru samskipararnir í økjunum fúsir at byrja arbeiði sítt við at skipa fyri, at fólk fáa ein vitjanarvin á gátt. Tað er sera gevandi, bæði hjá tí, ið fær vitjan og hjá tí sjálvbodna vitjanarvininum.

Set teg í samband við okkum, um tú vilt hava vitjan ella um tú vilt vitja onkran. Tú finnur telefon nummur og teldupostin hjá lokalu samskiparunum her: https://redcross.fo/vitjanartaenasta/

Á myndunum síggjast umboð frá kommununum og Reyða Krossi, tá samstarvsavtalur um vitjanartænasturnar vórðu undirskrivaðar.

Vit takka kommununum fyri góða samstarvið, og fegnast um at Reyða Kross Vitjanartænastan nú røkkur um næstan alt landið.

Manglar vitjanartænasta í tínum øki, og kundi tú hugsað tær at verið við til at stovna eina? Set teg í samband við okkum á [email protected] ella ring á 283630.