Skip to main content

Eiðið: Borgarstjóraskifti

Eiðis kommuna fær nýggjan fyribils borgarstjóra. Núverandi borgarstjórin, Rógvi Egilstoft, fer í barsilfarloyvi frá 1. februar 2023 til og við 31. juli 2023.

Hetta hevur við sær, at fyribils borgarstjóri skal setast í hansara stað. Á bygdaráðsfundi 31. januar 2023 bleiv

Annsy Høghamar einmælt vald til borgarstjóra. Annsy verður fyrsti kvinnuligi borgarstjóri í Eiðis kommunu.