Skip to main content

Eiði: Ung í arbeiði 2022 takka fyri seg

Fríggjadagin 8. juli var seinasti dagur hjá ungum í arbeiði á hesum sinni. Millum stóru uppgávurnar í ár, var eitt hús til børnini í Eiðis kommunu.

Í gjár var reisigildi í Múlavík, har húsið stendur. Teir røsku ungdómarnir fingu sunkist og annað gott at leska sær við, meðan tey kundu skoða verkið.

Merkið var vundið í húnar hátt, nú húsini stóðu klár til børnini at nýta.

Fleiri myndir HER https://www.eidi.fo/ung-i-arbeidi-2022-takka-fyri-seg/