Skip to main content

Eiði: Mentanarhøllin eitur nú Kolshøll

Hósdagin í farnu viku varð nýtt navn og búmerki fyri Mentanarhøllina á Eiði kunngjørt. Nú eitur høllin Kolshøll.

Forkvinnan í trivnaðarnevndini Fríða Jóinsdóttir Joensen kunngjørdi vinnaran fyri fullsettari høll. Nevndin metti, at navnið var sera hóskandi, tá ið hugsað verður um nærumhvørvið. Hetta var ein av orsøkunum til, at tey valdu júst hetta navnið og búmerkið.

Vinnandi uppskotið átti Johan M. Thorsteinsson. Hann var sera errin, tá ið hann trein fram fyri fjøldini og nýtti høvið at takka fyri álitið og siga nøkur orð um búmerkið.

Búmerkið hevur fýra eyðkenni. Ovari trýhyrningurin ímyndar ein koll. Umhvarvið av rútskapaða rætthyrninginum ímyndar ein glugga. Ljósu linjurnar ímynda vesturskinið og kastljós (spotlight) . Eisini eru áskoðarapallur og trin ímyndaði. Fundarfólkið tyktist taka væl ímóti nýggja navninum og búmerkinum.

Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen.