Skip to main content

Eiði: Fyrstuhjálparskeið í samband við heilsuvikuna

Í samband við heilsuvikuna verður fyrstuhjálparskeið týsdagin 3. mai. Byrja verður klokkan 17:00. Tórgerð Jallgrímsdóttir er undirvísari. Tilmelding fer fram við at senda teldupost til [email protected] ella við at ringja til Eiðis kommunu tlf.: 200400. Tilmeldingarfreist er 2. mai klokkan 12:00. GG: Tað er pláss til 16 luttakarar.