Skip to main content

EIÐI: Hann skal arbeiða í barnagarðinum og í eldrarøktini

Komandi tveir dagarnar verða tveir øðrvísi arbeiðsdagar hjá borgarstjóranum í Eiðis kommunu. Borgarstjórin hevur spurt um arbeiði í Korndalsgarði. Hann sleppur at royna seg í vøggustovu í dag og í barnagarðsstovu í morgin.

“Endamálið er at fáa betri innlit í tað góða arbeiðið, sum verður gjørt í Korndalsgarði. Sum borgarstjóri havi eg til tíðir følt, at sjálvt um eg haldi, at eg havi nakað av vitan um økið, so kundi vitanin verið betri. Eg eri sera spentur upp á hesar báðar dagarnar, sum eg vænti verða góðir og læruríkir”, sigur Rógvi.

Ætlanin hjá borgarstjóranum er at koma runt til onnur arbeiðsøkir í kommununi eisini. Í komandi viku skal hann royna seg innan eldrarøkt, tá hann fer oman í Korndalsbýlið at arbeiða.