Skip to main content

Glyvrar: BØRN Í GLYVRA SKÚLA HJÁLPA NEYÐSTØDDUM Í AFGHANISTAN

Hjartans tøkk til 3. flokk í Glyvra skúla, sum hesa vikuna hevur savnað inn til hjálparátøk í Afghanistan.

Afghanistan er í dag karmur um ringastu humaniteru kreppuna í heiminum.

Heitt verður framvegis á øll áhugað um at lata eina upphædd eftir ynski á konto í peningastovni og viðmerkja "Afghanistan":

Bank Nordik: 6460 4946954
Betri: 9181 4950013
Norðoyar Sparikassi: 9865 1003776
Suðuroyar Sparikassi: 9870 4051387