Skip to main content

Artania á Runavík

Artania

Um døgverðamálið í dag kom ferðamannaskipið Artania á Runavík. Skipið er 230 metrar til longdar og við eru 1260 ferðafólk umframt manningina á 540 sjófólk. Skipið er smíðað á Helsinki Skipasmiðjuni hjá Wärtsilä í Helsingfors í Finlandi. Tað var sjósett hin 18. februar 1984 og Diana prinsessa, sála, doypti skipið í Southampton hin 15. november sama ár, tá fekk skipið navnið Royal Princess. Einaferð bar skipið navnið Artemis. Síðan 2011 hevur skipið verið undir ræði hjá Phoenix Reisen undir navninum Artania.

Skiparin í dag er upprunaliga úr Tromsø í Noregi, men hann hevur í mong ár búð í Eysturríki. Sjáldan at skandinavar eru skiparar á ferðamannaskipunum sum ferðast hendanvegin, tí kendist tað meiri heimligt enn annars at tosa við ein mann, sum var heilt væl kunnaður um Føroyar og søgu okkara heilt frá landnámi. Nú líka mong fólk liggja við bryggju, sum tað búgva í býnum, hevur nógv lív verið í gøtunum og krambúðunum í handilssgøtuni. Seinri í dag fer skipið til Reykjavíkar.

Tor Shipping umboðar skip og eigarar.