Skip to main content

Norðskáli: Árni M. Dam inn fyri Karlot Hergeirsson

Karlot Hergeirsson er farin í farloyvi í eina viku og næstvaldi á listanum við seinasta løgtingsval, er Árni M. Dam úr Norðskála. Árni Dam fekk 111 atkvøður á seinasta løgtingsvali og í morgun hevur hann sostatt tikið sætið á tingi.

Í Framsókn er støðan tann, at Ruth Vang, Bjarni Kárason Petersen og Sólvit E. Nolsø, vórðu vald á ting. Men tey bæði, Ruth og Bjarni eru farin í Landsstýrið og sostatt eru Karlot Heirgeirsson og Hanna Jensen komin á ting.

Árni M. Dam er er skiparalærdur og seinni tók hann eisini Hægri Handilskúla á Kambsdali. Árni hevur siglt sum stýrimaður og skipari og hann hevur havt egið reiðari í fleiri ár, verið virkiseigari og havt handil eini 10 ár.

Harumframt hevur Árni eisini verið nevndarlimur í Faroe Seafood, Kollafjørð Pelagic, Framtaksgrunninum, Føroya Tele Net, Vestnordengrunninum.

Hansara størsti áhugi hevur altíð verið og er – føroysk fiskivinna og samfelagsviðurskifti.